Trygvi: - Okkara ætlan eydnaðist

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ hevur nógv gott at siga um avrikið hjá sínum monnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, sum kann fegnast um at hava ført NSÍ í ta fyrstu finaluna í kappingini um løgmanssteypið í 11 ár.

 

Trygvi er sera fegin um, at ætlanin hjá NSÍ helt. Ætlanin var at halda HB frá at skora, og so fanga teir í einum mótálopið, og tað eydnaðist til fulnar.