Trygvi og Dagfinn á Pubbini

Í kvøld undirheldur Trygvi Strøm á Pubbini á Tvøroyri við guitara, munnhørpu og sangi, og við sær hevur hann Dagfinn Olsen á bass og kórrødd Báðir eru teir, Trygvi og Dagfinn, royndir tónleikarar, og til Pubbina hava teir eina sangskrá, ið hóskar til slíkan café- og pubbhugna. Báðir eru umboðaðir í mongum av fremstu bólkunum í Suðuroynni í løtuni, og at teir finna saman til hugnakvøld við pubb- og caféhugna er at fegnast um.

Á skránni eru bæði góð og gomul løg, umframt okkurt nýtt, men sangir, ið øll duga, og kunnu syngja við til, finnast eisini í sangskránni.