Trygvi Mortensen gevst í NSÍ

NSÍ skal finna nýggjan venjara til komandi kappingarár

Komandi kappingarár verður Trygvi Mortensen ikki venjari hjá NSÍ. Hetta hevur Trygvi sjálvur kunngjørt í samrøðu við Rás2 fyri løtu síðani.

 

Seinni í kvøld kemur ljóðfílur á in.fo, har Trygvi greiðir frá, hví hann hevur valt at gevast í felagnum.

 

Sostatt verður komandi dysturin hjá NSÍ, sum er á útivølli ímóti AB, seinasti dystur á hesum sinni, har Trygvi Mortensen stendur á odda fyri besta liðnum hjá NSÍ. Talan er um 27. og síðsta leikumfar í Effodeildini.