AB tapti í gjár 2-0 fyri ÍF. Tapið hevur við sær, at argjamenn nærkast niðurflytingini í stórum. Seinasti møguleikin at venda gongdini verður móti Skála komandi vikuskiftið. Tað verður tó uttan venjara.
Les eisini: (Ljóðbrot) Málskjótingin haltar hjá AB
Trygvi Mortensen bleiv nevniliga burturvístur í dystinum í gjár. Tað var aftaná 87 minuttir, at dómarin, Rúni Gaardbo, burturvísti Trygva Mortensen. Sum skilst, so var talan um kjaftaslit. Tað merkir helst, at Trygvi Mortensen ikki sleppur at sita á bonkinum til dystin móti Skála í komandi umfari.
Les eisini: 22. umfar í Effo-deildini
Dysturin hevur avbera stóran týdning fyri AB, sum hevur fimm stig upp til Skála, sum er røttu megin niðurflytingarstrikuna. Vinna argjamenn ikki, so er ótrúliga ilt at síggja AB yvirliva.