Trygvi Midjord 65 ár

Leygardagin 12. septembur verður Trygvi Midjord í Hvalba 65.

Trygvi sleit sínar barnaskógvar í býarpartinum við Neyst, sum einasti beiggi í einum systkinaflokki uppá fimm. Tríggjar av systrunum Anna Elisa, Margit og Sólgerð búgva í Hvalba, meðan tann elsta systurin Paulina býr í Tórshavn. Foreldrini vóru Kristianna og Jacob Midjord.


Trygvi royndi sum ungur sjólívið, og fiskaði hann bæði í Grønlandi og undir Íslandi. Sum nógvir aðrir Hvalbingar arbeiddi Trygvi eisini á kolinum.


Miðskeiðis í 60-árinum fór Trygvi undir at koyra rutu millum Hvalba og Tvøroyri. Tey fyrstu nógvu árini privat, inntil 1984 tá hann fór at koyra fyri Bygdaleiðir. Í 1973 giftust Trygvi við Rutt Jensen av Tvøroyri. Stutt eftir fluttu tey frá barnaheimunum hjá Trygva og niðan á Neystabø. Trygvi og Rutt hava trý børn: Jákup, sum býr í Nesi í Hvalba, Diana sum býr í Hvalba og Kristian, sum býr í Danmark. Abbabørnini eru sjey í tali og eru tey sera góð við Trygva abban.


Trygvi hevur haft ómetaligan stóran týdning fyri Bóltfelagið Royn, har hann hevur havt sína dagligu gongd í mong ár. Trygvi er enn virkin í felagnum sum venjari. At Trygvi hevur verið Royn ein hollur stuðul í mong ár, sæst aftur við at felagið hevur gjørt hann til heiðurslim.


Trygvi er sera handaligur og sæst hetta aftur í nógvum heimum í Hvalba. Ikki minst hevur hetta komið børnunum væl við, nú tey hava sett sær búgv. Nógv kundi verið skrivað aftrat um Trygva abban, men vit vilja við hesum fáu orðum, takka tær so hjartaliga fyri alt og ynskja tær hjartaliga tilukku við degnum.



Ójavnt Harrin gávur býtir,

ein fær færri, annar fleir,

hvør sum væl tær gávur nýtir,

honum vil Guð geva meir,

vist vit fingu øll so frægt,

at um vit tað nýta rætt,

heim til Guðs vit skuldi náa,

ævigt lív og sælu fáa.


Kona, børn, svigarbørn og abbabørn.



.