Trygvi: Mínir menn stríddust væl

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá AB er meir enn fegin um eitt stig ímóti AB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá AB, Trygva Mortensen, sum sá sínar menn stríða seg til ein 0-0 javnleik ímóti HB á útivølli.

 

- Mínir menn stríddust væl, eru greiðu orðini Trygvi Mortensen setir á avrikið hjá sínum monnum. Trygvi Mortensen er meir enn nøgdur við ein 0-0 javnleik ímóti HB á útivølli, og tó heldur hann, at tað manglaði ikki nógv í, at teir í AB fóru avstað við sigrinum og øllum trimum stigunum.

 

Enn er Trygvi Mortensen tó sjálvkritiskur um offensivu førleikarnar hjá AB. Hann heldur, at enn manglar AB nakað av broddi til at koppa dystirnar til sín fyrimun. Men kenslan er góð á Argjum aftaná góðar javnleikir ímóti Víkingi og HB.