Trygvi: Lívið stendur upp á spæl

Um tað eydnast EB/Streymi at sleppa undan heimatapi í kvøld, so verður torført hjá 07 Vestur at sleppa av næstaftasta plássi

Tað er lyklauppgerð við Margáir íkvøld. Um tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku, so verður tað sera torført at sleppa av næstaftasta plássinum. Tá verður tað skjótt, at møguleikin fyri at sleppa undan niðurflyting verður treytaður av, um B68 fer at megna at kvalifisera seg at flyta upp úr næstbestu deildini.

 

07 Vestur vann leygardagin størsta sigur nakrantíð. Tað var á heimavølli ímóti Skála. Úrslitið var 5-0.

-Úrslitið talar fyri seg, og vit eru á veg norður til Margáir við góðum treysti, og vit ætla at vinna. Álopsessið Ken Fagerberg noyddist tíðliga av vøllinum leygardagin, men vit vóna, at hann verður førur fyri at spæla íkvøld, sigur Trygvi Mortensen.

Leygarkvøldið legði EB/Streymur rygg til 6-0 tap í Klaksvík. Tað skal vaskast burtur íkvøld:

-Vit hava lagt stórtapið afturum okkum.  Hóast vit taptu stórt, so spældu vit í løtum væl, men tað bilti við verjuspælinum ímóti kropssterku klaksvíkingunum. Vit eru fýra stig frammanfyri 07 Vestur, og harvið er spenningur. Verjuspælið skal rigga betri ímóti 07 Vestur, enn tað gjørdi í Kaksvík. Tað rokna vit við, at tað fer at gera, og so ætla vit okkum at vinna og harvið at sleppa longri burtur frá botninum, sigur EB/Streyma veteranurin Sjúrður Jacobsen.