Nú summarið av álvara er komið læt okkara kæri vinur og granni Trygvi Jacobsen eyguni aftur. Trygvi hevur verið álvarsliga sjúkur eina tíð, og vit grannar hansara hava verið so syrgin hesa tíðina, har sjúkan hevur bjóðað honum av. – Marita, hansara hjúnafelagi gjøgnum lívið, hevur verið ein framúr stuðul allan vegin, bæði tá ið vónin litaði dagin, og tá mótburður var týðligur. Tey bæði vóru saman um avbjóðingina. Børnini hava eisini verið fyrimyndarlig.
Trygvi var ein maður, sum ikki gramdi seg, heldur ikki, tá ið sjúkan gjørdi gerandisdagin truplan. Hann arbeiddi alt tað, sum hann setti sær fyri, hóast sjúkuna.
Vit eru sera sorgarbundin og drýpa høvur.
Trygvi var føddur í Vági í 1939 og hevur verið lærari størsta partin av sínum lívi. Arbeiðsplássið bleiv Tórshavnar kommunuskúli, har hann treivst væl og arbeiddi innan fakøkini støddfrøði, evnafrøði og kunningartøkni. Frammanundan læraraprógvið frá 1975, sigldi Trygvi sum stýrimaður. Hann hevur sagt okkum frá nógvum áhugaverdum hendingum á leiðini.
Vit sum hava fylgt Trygva øll hesi mongu ár sum grannar fingu partvís innlit í hansara tankar á óteljandi løtum við gleði, látri og góðum søgum. Trygvi hevði humor og deildi henda við okkum.
Hansara forstáilsi fyri bókmentum kom til sjóndar á okkara mongu grannafundum og útferðum. Hann dugdi væl at skriva og orða seg. Hann brúkti ikki tíðina hjá fólki til innantómt prát. Hann var ein gløggur eygleiðari. Í førum vóru hansara viðmerkingar spískar, tí hann sá og skilti meira enn tey flestu.
Barnabørnini fyltu nógv hjá honum, og fyri okkum, sum komu í heimið, sóu vit, at børnini elskaðu abban. Hann var tann góði, kerligi og lærandi abbin, sum gav teimum av síni stóru vitan.
Vit syrgja nógv saman við tær Marita og við tykkum báðum Eyðun og Marjun og familjum tykkara. Vit kunnu onki annað siga enn, at Trygvi vil liva víðari hjá okkum í størsta takksemi, at hann bleiv vinur og granni.
Harrin styrki tykkum øll í sorgini.
-----
Grannar í Hamarsgøtu