NSÍ leggur síðstu hond á fyrireikingarnar á Windsor Park, har bólturin fer á rull klokkan 19.45
Í kvøld fer NSÍ at spæla á Windsor Park í Belfast í Europa liguni ímóti Linfield FC.
Tað eru 19 spælarar í NSÍ ferðalagnum, sum tilsaman telur 32 fólk.
NSÍ ferðalagið er á veg á stadion, og tað er nú greitt, hvørjir teir ellivu eru, sum skulu royna seg frá fyrsta bríksli:
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jens Joensen, Haraldur R. Højgaard – Jónhard Frederiksberg, Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
----
NSÍ er í Belfast, har taktikkfundur verður klokkan 15. Summarveðrið er gott, og tað verður roknað við, at omanfyri 2000 áskoðarar fara at møta upp í kvøld á Windsor Park, har Linfield FC klokkan 19.45 eigur heimavøll ímóti NSÍ.
Linfield FC er gamal kenningur, sum føroysk lið hava spælt ímóti trý tey seinastu árini.
Í 2012 endaði tað báðu ferðir málleyst, tá ið B36 og Linfield FC spældu í meistarakappingini. So var neyðugt við brotssparkskapping, sum norðurírska liðið vann.
Í fjør hittust B36 og Linfield FC aftur. Hesaferð var tað í Europa liguni. B36 var ikki í rætta hýrinum, og tað var vónbrot, at norðurírska liðið fór úr Føroyum við 2-1 sigri. Á Windsor Park endaði tað 1-1.
Í 2013 spældi ÍF ímóti Linfield FC, sum vann 2-0 á útivølli og 3-0 á heimavølli.
NSÍ venjarin Trygvi Mortensen hevur sæð onkra upptøku frá undanfarna kappingarári. Hann staðfestir, at Linfield FC spælir í eyðkenda klassiksa bretska stílinum, og at tað ivaleyst verður avbjóðing at spæla seg burturúr fyrsta trýstinum, sum NSÍ spælararnir støðugt fara at vera settir undir.
Trygvi Mortensen sigur seg ikki kenna so nógv til einstøku spælararnar:
-Teir hava keypt fleiri nýggjar spælarar. Mær er sagt, at tað bara er ein vika, síðani teir fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, so teir hava ikki spælt venjingardystir. At dystarvenjingin hjá teimum ikki er góð, kann fara at vísa seg at vera fyrimunur hjá okkum fram ímóti dystarenda. Tað ræður um hjá okkum at halda tætt í verjuni og at dúva upp á skjót mótálop. Tað er styrkin hjá okkum. Teir leypa á við nógvum fólki. Vit vóna, at tað verður fyrimunur hjá okkum.
NSÍ ferðalagið kom til Belfast týskvøldið. Í gjárkvøldið vandi NSÍ á Windsor Park, sum í løtuni er eitt byggipláss, tí umstøðurnar kring vøllin verða dagførdar á gamla og slitna stadion.
Norðurírskir fjølmiðlar hava ikki sett seg í samband við NSÍ venjaran. Tað kann vera ábending um, at úrslitini trý tey undanfarnu árini siga norðurírum, at talan verður um avgreiðsluspurning hjá Linfield FC í kvøld.
Tveir NSÍ spælarar eru ikki við í Belfast. Tað eru vinstri vongverjin Einar Tróndargjógv og verjukendi miðvallarin Andras Frederiksberg.
Linfield FC-NSÍ: Petr Ardeleanu úr Tjekkia kl. 19.45.