Trygvi heldur ikki fram á Eiði

Á Skála ætla teir ikki at seta venjara, fyrrenn tað er greitt, um teir skulu spæla í bestu ella næstbestu deildini komandi ár

VENJARAR

Nú er tað greitt, at EB/Streymur skal hava nýggjan venjara komandi kappingarár. Trygvi Mortensen hevur havt ábyrgdina í ár, men hann heldur ikki fram:
? Tað er eitt sindur síðani, at eg segði leiðsluni í felagnum frá, at eg fór ikki at halda fram. Tað gjørdi eg fyri at teir skuldu hava stundir fyri at finna ein nýggjan venjara í góðari tíð, sigur Trygvi Mortensen, sum orsaka av arbeiðsumstøðum ikki hevur ætlanir um at vera venjari á høgum støði komandi ár.
Í EB/Streymi hava teir ikki enn sett nýggjan venjara til komandi kappingarár, sum ivaleyst ? triðja árið á rað ? verður í bestu deildini.

Bíða á Skála
Á Skála komu teir flúgvandi frá fyrsta dystinum, eftir at Hans Jákup Andreasen fór frá at vera hjálparvenjari og til at hava ábyrgdina, og Jústinus Justinussen gjørdist hjálparvenjari ? akkurát sum hann gjørdist í fjør, tá tað stóð mest á.
Ætla tit at halda fram við somu venjarum?
Kurt Rasmussen er formaður í Skála Ítróttarfelag:
? Vit hava onga avgerð tikið um venjaran. Sjálvandi hava vit følt okkum eitt sindur fyri, og vit fylgja við í, hvat gongur fyri seg. Men vit fara ikki at seta venjara, fyrrenn tað er greitt, um vit skulu spæla í 1. ella í 2. deild. Tað verður í fyrsta lagið eftir TB dystin, sum verður á skránni um tvær vikur. Tá fæst at síggja, um vit skulu flyta beinleiðis niður, ella um vit skulu spæla um eitt pláss í bestu deildini, sigur Kurt Rasmussen, sum eftir sigurin og góða avrikið sunnudagin sigur seg hava gott mót um, at tað fer at eydnast hansara monnum at varðveita plássið í bestu deildini.
Hví halda tit ikki bara fram við venjaraparinum, sum tit nú hava?
? Sum eg segði, so er einki avgjørt. Men ofta vísir tað seg hjá monnum, sum eru í fulltíðarstarvi, at tað verður ov tungt at hava venjarastarvið framíhjá, sigur Kurt Rasmussen, formaður í Skála Ítróttarfelag.