Trygvi Mortensen heldur fram sum venjari hjá NSÍ. Hann verður høvuðsvenjari hjá 1. og 2. deild. Ætlanin er, at hann skal hava ein hjálparmann afturat sær, men tað er ikki greitt enn, hvør tað verður, upplýsir Jákup Mortensen, formaður í NSÍ.
Tá tað snýr seg um, hvørjir skulu manna liðið hjá NSÍ, vísir formaðurin til tann bólkin, sum arbeiðir við hesum spurninginum. Í tí bólkinum eru Hans Petur Ellingsgaard, formaður, Mattias Davidsen, Abraham Hansen og Jónsvein Knudsen.
Tað hevur ljóðað, at Kristian á Reynatrøð, sum hevur spælt í LÍF og Torstein Joensen úr ÍF komandi ár skulu spæla við NSÍ, men hetta vilja teir ikki vátta í NSÍ.
Tað er greitt, at umframt Christian Høgna Jacobsen og Helga L. Petersen skal Óli Hansen, sum áður hevur spælt í NSÍ, men sum í ár hevur verið staddur uttanlands, flyta til GÍ. Tað er eisini greitt, at Dejan Milanovic verður ikki málverji hjá NSÍ komandi ár.
Skapa álit
Hans Petur Ellingsgaard staðfestir, at arbeiðið, sum omanfyri nevndi bólkur hevur átikið sær, nú fevnir um meiri, enn tað upprunaliga skuldi gera, og at hetta hevur við sær, at tað fara at ganga tvær ella tríggjar vikur afturat, áðrenn viðurskiftini eru komin uppá pláss:
? Tað er eingin loyna, at tað gekk illa hjá NSÍ at fáa tað at hanga saman fíggjarliga í undanfarna kappingarári. Ætlanin var, at móðurfelagið skuldi syrgja fyri at fáa viðurskiftini frá tí farna upp á pláss, meðan vit skuldu hugsa um framtíðina. Tað hevur ikki eydnast at loysa teir trupulleikarnar, sum hava verið. At teir verða loystir, er fyritreytin fyri, at arbeiðið, sum vit eru settir at gera, kann eydnast, og tí arbeiða vit í felagi við móðurfelagið um at rudda skuldina av vegnum. Hetta eru vit ikki komnir á mál við enn, men tað gongur tann vegin.
Hans Petur Ellingsgaard sigur, at burtursæð frá teimum omanfyri nevndu, so hava teir fingið munnliga tilsøgn frá spælarunum, sum mannaðu liðið í fjør um, at teir eisini komandi ár fara at spæla við NSÍ.
? Tað hevur ikki borið til hjá okkum at gera sáttmálar, og so leingi sum avtalurnar bara eru munnligar, er einki heilt víst. Men vit ganga út frá, at avtalurnar fara at halda. Tað verður arbeitt við at fáa ein nýggjan málverja og at fáa einstakar aðrar spælarar til felagið, men hetta er sum sagt ikki komið uppá pláss enn.jh