Í fyrstu sendingini hjá Rás2 úr Runavíkar kommunu var eisini tosað við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen.
Trygvi hevur givið nógvum ungum spælarum møguleikan í venjingardystum og kappingum higartil. Í VFF Cup kappingini, sum var í Havn farna vikuskiftið brúkti Trygvi heilar 22 spælarar, sum eru millum 16 og 37 ára gamlir. Liðið fer áðrenn kappingarbyrjan á eina venjingarlegu, sum verður heiman á Sandi.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við Trygva Mortensen, sum meldar varisliga út um málsetningin fyri kappingarárið 2014.