Tað er vorðið meiri reglan enn undantakið, at tað gongst striltið hjá AB at skava fyrstu stigini saman. Hóast soltin fyrstu umfør so hevur tað fleiri ferðir síðstu árini eydnast at skava nóg mikið av stigum saman at varðveita plássið í bestu deildini.
Trygvi Mortensen sigur, at tað sást aftur á lagnum undir venjing, at talan síðstu vikurnar hevur verið um leikliga framgongd, og at tað í evstu løtu síðsta sunnukvøld eydnaðist at røkka 2-2 ímóti Víkingi.
Tríggir AB spælarar eru skaðaplágaðir og harvið ikki tøkir ídag: Rasmus Dan Sørensen, Gert Drangastein og Andri Freyr Björnsson.
Í dag kennist avbjóðingin hjá AB at vera øgiliga, nú væl upplagda toppliðið HB bíðar í Gundadali. Nýggi álopsspælarin Øssur Dalbúð gjørdi ein ordiligan vørr, tá ið hann fyrstu trý korterini í HB megnaði at skora trý mál. Nú fær hann fyrsta høvið at vísa í Gundadali og í HB búnanum, at tað er stór nytta í honum. At hann verður millum teir fyrstu ellivu er eingin ivi um.
Tølini siga, at HB ikki altíð vinnur ímóti grannunum á Argjum í Gundadali. Í fjør endaði annar dysturin 2-2, meðan HB vann hin 3-1, og í fyrraárið vann AB 2-1. Annars hevur HB oftast vunnið við fleiri málum.
Arnbjørn T. Hansen er framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um Poul Ingason er førur fyri at spæla seinnapartin.