Trygvi er harmur um útvísingina hjá Jens Joensen

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna, sum var við Trygva Mortensen eftir dystin

Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen mátti enn einaferð taka til takkar við einum ógvuliga teprum ósigri ímóti einum toppliði. Í dag var tað HB, sum knógvaði ein tepran 2-1 sigur á NSÍ.

 

Trygvi Mortensen er nøgdur við hugburðin hjá sínum monnum, men er harmur um tvær støður. Hann sigur seg verða spentan uppá kykmyndirnar, sum koma út á in.fo seinni í dag, um tær ikki fara at prógva, at seinna málið hjá HB var rangstøða.

 

Trygvi Mortensen er eisini sera harmur um, at Jens Joensen fær reyða kortið, fyri at koma við eitt sindur av kritikki ímóti dómaranum. Tað metir Trygvi Mortensen, at ein dómari í effodeildini eigur at tola.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Trygvi Mortensen segði við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst hoyrist løtan, tá Klæmint A. Olsen javnaði til 1-1. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Viðmerkjari var Jens Martin Knudsen.