TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá AB, aftaná 1-1 javnleikin hjá argjamonnum ímóti B68 á heimavølli úti í Vika á Argjum í dag.
- Eitt stig er betri enn einki, men vit høvdu ætlað okkum trý stig í dag, slær Trygvi Mortensen fast.
Trygvi Mortensen heldur, at enn duga hansara menn ikki nóg væl at verða í tí skapandi leiklutinum, og tað er nakað, sum arbeiðast má við. Trygvi Mortensen og Tróndur Arge numu eisini við tann lutvíst hála vøllin, sum órógvaði spælinum nakað í dag.









