Trygvi: Eg vildi ikki standa í vegin

Sportboxin: Trygvi Mortensen vitjar á Rás2 í morgin

Í Sportboxini, sum verður á Rás2 fríggjadag frá klokkan 10 til klokkan 12, er Trygvi Mortensen gestur. Hann gavst í dag sum venjari hjá 07 Vestur og fer í seinna tímanum, sum er Fótbóltspanelið, at greiða frá støðuni á Dungasandi.

 

Hoyr Rás2 við at trýst HER

 

- Eg vil ikki standa í vegin, um nevndin heldur at tað kann geva liðnum geist, at skifta venjara, sigur Trygvi Mortensen. Hann kemur eisini at siga sína hugan um føroyskum kappingina og føroyskan fótbólt.

 

Í fyrra tímanum er millum annað Scott Harrington gestur. Hondbóltslandsliðsvenjarin hjá kvinnum hevur boðað frá, at hann gevst í oktober. Orsøkin er, at hann er at hann hevur fingið tilboð um at blíva hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Kina.

 

Eisini verður tosað um eitt nú Føroya sunnasta maraton í sendingini.