Føroyski trummusláarin skal saman við bólki sínum spæla á kenda danska spælistaðnum fyrst í november mánaði
Trygvi Restorff í Brekkunum er trummusláari í bólkinum Swing Slingers, sum er eitt neoswingorkestur. Í bólkinum eru 11 tónleikarar, og teir spæla ráan og ófalsaðan swingtónleik við eitt sindur av Jive og Rock-a-Billy uppi í.
Trygvi er búsitandi í Danmark, og hann hevur í ár havt ymsar spennandi uppgávur saman við bólkinum á festivalum og til onnur tiltøk í Danmark.










