Jenis av Rana
Millum tíðindini Dimmalætting bar okkum týsdagin var tíðindastubbi um føðideildina á Sjúkrahúsinum í Kolding, sum fyri fýra árum síðani var: útskeldað í donskum fjølmiðlum, men nú: er hin tryggasta í øllum ríkinum. Meðan miðaltalið fyri deyða hjá børnum, ið vórðu ov tíðliga fødd í 2005 var 4,2% fyri alt landið, so var hetta bert 2,2 % í Kolding.
Víðari verður sagt, og eg endurgevi: ... í Kolding hava tey seinastu árini ment føðideildina við nútímans útgerð og viðgerðarhættir, ið kanna m.a. fyri mongolismu. Eingi børn fødd í 2005 í Kolding høvdu kromosom-brek...
Meira sigur tíðindastubbin okkum ikki, ikki eitt orð um hvat hesir viðgerðarhættir verða nýttir til, ella hvussu tey við mongolismu hava tað har á sjúkrahúsinum. Men eg kann leggja afturat, at á hesum sjúkrahúsi verða árliga 3000 børn borin í heim.
3000 børn árliga, men eingin við kromosombreki! Tvs at hetta sjúkrahús, sum verður kosið at vera tryggasta í DK, ikki bjóðar einum einasta barni við kromosombreki vælkomið til lívið. Hvussu ber tað til? Verða eingi børn í økinum gitin við slíkum breki? Um so er, man talan vera um heimssensatión, tí sambart hagtølum skuldu í hvussu so er 3 av hesum 3000 verið fødd við Downs Syndrom, fyri at nevna eitt dømi.
Neyvan er tað so, at eingi børn eru, sum við ymiskum kromosombrekum síggja fram til at verða bjóðaði vælkomin í heim á hesum trygga sjúkrahúsi. Sannleikin man verða at finna í júst seinastu orðunum í tíðindastubbanum, at tey har hava hættir ( ikki bert viðgerðarhættir, sum sagt verður í tíðindastubbanum), sum sortera tey frá, sum samfelagið ikki ynskir skulu verða borin í heim. Um so er, er føðideildini í Kolding millum vandamiklastu støð í ríkinum hjá hvørjum barni, sum verður gitið í móðurlívi.
Og tað er ein onnur og ikki sørt ræðandi søga, sum eigur at fáa okkum at drípa høvur í skomm og krimpa tærnar, við hugsanini um hvørji tey næstu fara at verða, sum verða frátikin rættin til( viðari) lív.