Trygt í New York

Árið í ár hevur verið so friðarligt í New York, at tað hevur ikki verið so trygt at vera New York-búgvi tey seinastu 40 árini. Hagtølini hjá løgregluni vísa, at 461 fólk eru myrd í New York í ár, og so lítið hevur talið ikki verið síðani 1963. Samstundis hava tað verið nógv færri neyðtøkur, rán og innbrot.

Áhugavert er tað, at hetta er hent, samstundis sum løgreglumenninir í býnum eru fækkaðir úr 41.000 í 34.000 tey seinastu átta árini.

Hinvegin hevur tað helst virkað tálmandi, at nógv lógarbrot verða revsað harðari enn fyrr, skrivar AP.