Trygt hjá StÍF

Strandingar tykjast nú vera um at fáa glið á spælið aftur, og sunnudagin varð talan um tryggan sigur á Tjaldri

Manshondbóltur

Á pappírinum átti eingin ivi at veri um, at StÍF hevði ein avgreiðsluspurning á skránni sunnudagin. Sjálvir hava strandingarnir í alt ár hildið til ovarliga á stigatalvuni, meðan Tjaldur hinvegin er botnliðið, men sannleikin er ikki altíð so einfaldur. Og so slettis ikki tá talan er um grannauppgerðir.
Hetta varð millum annað prógvað, tá Tjaldur vitjaði í grundspælinum, og vunnu ein fullkomuliga óvæntaðan sigur á strandingum, men hesa ferð gjørdist so ikki talan um nakra endurtøku.
Tað var nevnliga skjótt greitt, at strandingar helst fóru at gerast ov drúgvir. Mest sum alt fyri eitt løgdu teir sjógv ímillum partarnar, og so høvdu teir annars tamarhald á tí mesta av tí, sum gekk fyri seg. Einar tvær ferðir høvdu gestirnir hug at gerast heilt naskir, men hvørja ferð setti StÍF bara meira ferð á, og so gjørdist ikki meira.

Gullformurin nærkast
Og sum skilst, so var spælið hjá strandingunum hesa ferð nakað væl betri, enn tað annars hevur verið í endaspælinum. Her hevur tað til tíðir verið kilometrar við síðuna av kvika og ágangandi kontrahondbóltinum, sum liðið meistraði í grundspælinum, og sum legði lunnar undir verandi støðuna.
Og tað er eisini í tøkum tíma, at strandingar nú finna rætta spælið framaftur. Komandi dysturin er ímóti Neistanum, sum enn heldur fast um triðja plássið, og gevur hesin fulla úrtøku, so stendur VÍF fyri framman í einum dysti, sum tykist kunna gerast ein av tveium, ið avgera meistaraheitið.
Tjaldursmenn mugu hinvegin framvegis smyrja seg við, at teir eru niðastir á talvuni. Liðið hevur til tíðir sýnt spæl, sum átti at givið eina væl hægri støðu, men tað tykist í fleiri førum, sum um orkan gongur undan, soleiðis at stigini aloftast verða mist kortini.

Dsyturin í tølum
StÍF-Tjaldur 26-19 (13-10)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 9, Alexandur Johansen 6, Artur Johansen 4, Costin Dumitrescu 2, Bent Djurhuus 1, Jón Rasmussen 1, Kristjan Petursson 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 11(2), Sverri Justinussen 5(1), Zoran Sarcevic 2(1), Áki L. Hansen 1
Brotskøst: StÍF 1, Tjaldur 7
Útvísingar: StÍF 2, Tjaldur 3
Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.