Ein dystur í bestu mansdeildini í flogbólti varð leiktur um vikuskiftið, tá Mjølnir tók ímóti Fleyr.
Her var ikki roknað við nøkrum spenningi, og heimaliðið megnaði eisini uttan stórvegis hóvasták at vinna ein tryggan 3-0 sigur. Tey bæði seinnu settini lat Mjølnir eisini fleiri ungar og óroydnar leikarar sleppa at royna seg, men hóast hendan møguleikan, so megnaði Fleyr ongantíð at skala Mjølnir tað allarminsta.
Og eins og hjá kvinnunum, so er mansliðið hjá Mjølni nú til reiðar at fara eftir gullinum á seinasta leikdegi.
Her verður talan tó um eina sera trupla uppgávu, tá ÍF tekur ímóti. Mjølnir og ÍF hava í serflokki verið bestu liðini hetta kappingarárið, og spurningurin er so, hvør parturin hesa ferð hevur betra dagin.