Trygt hjá ÍF

Ein dystur varð leiktur í bestu mansdeildini í flogbólti um vikuskiftið.
Føroyameistararnir úr ÍF tóku á heimavølli móti botnliðinum, Fleyr, og her var eingin sum helst ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara.
Frá byrjan løgdu fuglfirðingar eitt stórt trýst á Fleyr, sum í teimum báðum fyrstu settunum einansn fekk 23 stig á kontina. Triðja settið kundu teir á heimaliðnum taka sær meira av løttum, men hóast Fleyr nú var betri við, so megnaðu teir ikki av álvara at gera um seg, og kundu ÍF so klintra enn eitt fet upp á stigatalvuni, har teir nú eru at finna á øðrum plássinum.