Trygt framá hjá Trygd

Ein vøkstur upp á 29%, eitt avlop upp á 3,1 mió kr og eginpening upp á 114 mió krónur. Hetta er tølini hjá Trygd, ið leiðsla felagsins heldur vera nøktandi

? Sjálvt um hørð kapping aftur í ár hevur verið á tryggingarmarknaðinum, so hevur Trygd aftur í 2002 havt vøkstur í tryggingunum, siga Christian C. Nielsen, stjóri og Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður.
Tryggingarfelagið Trygd hevði aðalfund týsdagin, har roknskapurin fyri 2003 varð samtyktur. Ein roknskapur, sum vísir eina brutto tryggingarinntøku upp á 41,4 milliónir krónur. henda inntøka er vaksin úr 32,1 mió kr í 2001 upp í 41,4 mió kr í 2002.
? Hetta er in vøkstur upp á 29%, sum má metast at verða nøktandi, siga teir.
Hóast hørðu kappingina á tryggingarmarknaðinum í 2002, hevði Trygd nøktandi úrslit av flestu tryggingargreinum sínum í 2002. Fleiri stórir skaðar tyngdu tó sjóvátrygging felagsins, og samlaða tryggingartekniska úrslitið gjørdist sostatt eitt hall upp á 700.000 krónur.
Úrslitið av íløguvirksemi felagsins gjørdist eitt avlop upp á 4,5 mió kr, og úrslitið av vanliga rakstrinum áðrenn skatt fyri 2002 er sostatt eitt avlop upp á 3,8 mió kr.
Skattur av ársúrslitinum er 744.000 krónur, og úrslitið hjá Trygd eftir skatt fyri 2002 gjørdist sostatt eitt avlop upp á 3,1 mió krónur.
Eginpeningurin hjá Trygd var við árslok 2002 114 mió krónur.