Hóast vit javnan lesa og hoyra um flogvanlukkur, so er tað ein sannroynd, at tað hevur ongantíð verið so trygt at flúgva sum mú.
Í 2012 vóru 22 ógvusligar flogvanlukkur, tær flestu í Afrika. Tað var seks færri enn í 2011 og eisini væl niðan fyri meðaltalið tey seinastu tíggju árini, sum var 34, skrivar Wall Street Journal í dag.
Blaðið skrivar eisini, at tað er tryggast at flúgva við flogførum hjá norðuramerikonskum flogfeløgum. Í hinum endanum eru flogfør hjá feløgum í Afrika og londum í Karibiska Havinum.