Hann fær hendan heiðurin, fyri tað arbeiði hann hevur gjørt sum millumlið millum føroysk og donsk áhugamál. Tryggvi roknar við at skula møta hjá drotningini 28. juli.
Tryggvi Johansen er klaksvíkingur, føddur 16. desember 1937, sonur Louisu, f. Joensen, og Meinhard Johansen í Klaksvík. Hann er útbúgvin bankamaður og tók HH prógv á Niels Brocks Handelsskole í 1959 og HD prógv á Handelshøjskolen í Keypmannahavn í 1962. Tíðarskeiðið frá 1963-69 arbeiddi hann í ymiskum fyritøkum í Føroyum og undirvísti á Føroya Handilsskúla. Tryggvi var føroyskur umboðsmaður á donsku ambassaduni í Róm frá 1969-73. 1.august 1973 bleiv hann settur av Føroya Landsstýri sum føroyskur ráðgevi í marknaðar og vinnuspurningum í Keypmannahavn. Síðan 1. august 1979 hevur hann verið stjóri á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn, sum nú eitur Sendistova Føroya. Hann var formaður fyri Færøsk Kvindeforenings Fond frá 1978-94 og limur í stýrinum fyri Dansk Turistråd frá 1981-94. Hann hevur arbeitt í Føroyum ymisk styttri tíðarskeið, eitt nú var hann stjóri í Norðoya Sparikassa í 1977.
Tryggvi er giftur Margit, dóttir Ebbu, f. Hansen, og Niels Mortensen, keypmannn, í Havn, tey eiga 4 børn. Einar, sum býr í Føroyum, hini trý, Beinta, Elsuba og Heðin búgva í Danmark.









