Tryggur víkinga sigur

Víkingur lat ongan iva vera um hvør var bera liðið, tá FC Suðuroy kom á vitjan í Sarpugerði mánakvøldið. Felagsliðið úr Eysturoy vann ein sannførandi 4-1 sigur á illa sperdu suðuroyingunum

Víkingur byrjaði sum eitt óløgi, og innan 10 minuttir vóru spældir, var støðan longu 2-0 til heimaliðið, við málum frá Sølva Vatnhamar og Páll Klettskarð.
Mótbrekkan hjá suðuroyingum gjørdist bara brattari, og tá málverjin gjørdi sjálvmál eftir góðan hálvan tíma, so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Botnliðið úr Suðuroy megnaði ikki tað stóra ímóti væl spælandi víkingunum.
Eftir steðgin komu gestirnir betur við í dystin, ikki minst tí at trýstið hjá Víkingi var avtakandi. Hetta hevði við sær at suðuroyingar fingu tíð at skipa spælið betri, og tá tað restaðu góðir 10 minuttir av dystinum fingu gestirnir úrtøku, tá Palli Augustinussen fekk minkað um munin. Men Sølvi Vatnhamar køvdu alla vón hjá suðuroyingum, tá hann í síðsta minutti økti til 4-1.
Samanumtikið var Víkingur klárt betra liðið, og serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum. Við góðum og skjótum spæli eydnaðist tað Víkingi at koma fram til líkinda kjansir, meðan FC Suðuroy hevði stórar trupulleikar av væl uppløgdu vertunum. Í seinra hálvleiki komu gestirnir betur við í dystin, og fingu minkað um munin, men tað hevði bert kosmetiskan týdning, tí Víkingur hevði tamarhald á støðuni.
Sigurin hjá Víkingi hevur við sær, at felagsliðið úr Gøtu og Leirvík fór fram við B36 á stigatalvuni og leggur nú á fimta plássi, meðan 4-1 ósigurin er steinur omaná byrðu hjá botnliðnum úr Suðuroy, sum saman við argjamonnum, eru enn meira isoleraðir í botninum.

Sera gott spæl
Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, var sum vera mann væl nøgdur við sannførandi sigurin hjá hansara liði.
-Eg haldi at vit spældu sera væl í fyrra hálvleiki, ja kanska tað besta við hava víst í hesum kappingarárinum. Eftir steðgin slakaði trýstið nakað, har vit lótu suðuroyingar koma inn í dystin, men alt í alt eri eg væl nøgdur við avrikið hjá okkum, segði ein fegin Jógvan Martin eftir dystin.
Sigurin á FC Suðuroy var annar sigurin á rað hjá Víkingi, men Jógvan Martin Olsen vil ikki áseta nakran ávísan málsetning fyri restina av kappingini.
-Nei, vit hava havt eitt sera turbulent kappingarár higartil, og tí er neyðugt hjá okkum at taka ein dyst í senn, so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur tá kappingin er av, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.