Eftir greiða sigurin á VB leygardagin, kundu tær hjá Stjørnuni taka sær meira av løttum sunnudagin. Tá kom Tjaldur á vitjan, men talan varð ongan tíð um spenning av nøkrum serligum slag.
Tjaldur slapp kortini at spæla við í dystinum, men sæð burtur frá fyrstu fáu minuttunum, so setti Stjørnan seg trygt á dystin.
Tíverri hava vit ikki hagtølini yvir dystin,tá dómaraseðilin ikki er tøkur.










