Strandinga, sum fýra ferðir á rað hava vunnið steypakappingina í manshondbólti, vunnu seg í gjárkvøldið fram til hálvfinaluna í ársins útgávu av Coca-Cola-kappingini. Teir spældu móti KÍF, og tann dystin vann StÍF við sannførandi 37-25. Støðan í hálvleikinum var 22-10. David Edvardsen var besti málskjúttin hjá StÍF við 9 málum. Fyri KÍF skeyt Damir Oros 7 mál.