Kvinnurnar hjá VÍF eru nú fimm stig framman fyri triða plássið, og halda tær soleiðis fast um finalukósina, sum liðið hevur verið á at kalla alt kappingarárið.
VÍF byrjaði bragdliga, og eftir at hava vunnið sær trygga leiðslu tíðliga í dystinum, hildu tær alla tíðina fast um leiðsluna.
VÍF er nú nummar tvey við 18 stigum fyri 12 dystir. Neistin, sum er nummar trý, hevur 13 stig fyri 11 dystir.
Triði dysturin í kvinnudeildini í dag var í Vági, har StÍF vitjaði hjá VB. Her var VB fyri tað nógva væl frammanfyri, men seinastu løtuna gjørdi StÍF ein ordans vørr, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa annað stigið við sær norður um Suðuroyarfjørð.
VÍF-Stjørnan 30-17 (18-7)
VB-StÍF 27-27