Tryggur sigur til Sveis

Sveisiska U-18 kvinnulandsliðið var ein ov stórur biti at gloypa hjá teimum føroyksu gentunum, og tapið kundi verið størri enn 5-0

Stefan í Skorini

Føroyska U-18 kvinnulandsliðið leikti mánadagin landsdyst ímóti Sveis í EM-minikappingini, sum fór í gongd í Gundadali í gjár og endar fríggjadagin. Sveisiska liðið vann ein greiðan 5-0 sigur á føroysku gentunum, sum ikki megnaðu at fylgja við teimum kviku sveisisku gentunum.


Hildu málið reint leingi

Ein hálvur tími var farin av dystinum, áðrenn Sveis fekk tað fyrsta málið. Áðrenn tað hevði føroyska verjan staðið stinn, og mótstøðuliðið hevði bara havt eini tveir málmøguleikar, sum ikki góvu nakað.

Tá ið umleið eitt korter varð eftir at leika av fyrra hálvleiki, hendi tað, sum vit hava sæð so ofta fyrr, tá ið føroysk lið eru við í altjóða kappingum. Leikararnir megna ikki at verða konsentreraðir allar 90 minuttirnar, og tí fáa mótstøðuliðini nøkur mál, sum eiga at verða byrgd uppfyri.

Hetta hendi eisini í tveimum teimum fyrstu málunum hjá Sveis. Eitt lágt innlegg úr vinstru síðu endar við, at ein sveisiskur leikari stendur púra fríur inni í føroyska málteiginum við opnum máli frammanfyri sær, og hon sveik ikki, men legði útiliðið framum 1-0. Føroyska liðið var nær við at halda málið reint í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist tíverri ikki. Næsta málið hjá Sveis var ein verjuvilla í føroysku verjuni. Aftasti verjuleikarin hjá Føroyum, Fríða Petersen, skuldi sparka bóltin burtur, men rakar ístaðin ein av sveisisku áleyparunum, sum gjørdist púra fríur og plaseraði bóltin framvið Onnu Kristinu Petersen í málinum.

Besta royndin hjá føroyska liðnum á sveisiska málið í øllum dystinum var í fyrra hálvleiki, tá ið Una Olsen kom í skotstøðu í brotsteiginum. Hon royndi seg við skoti, men bólturin fór framvið málinum.


Sveis tók fullkomiliga yvir

Í seinna hálvleiki setti sveisiska liðið seg á dystin, og bólturin kom sjáldan niðan á sveisisku hálvuna. Sveisisku genturnar svumu í málmøguleikum, men fingu bert trý mál í seinna hálvleiki.

Heilt fitt av vindi var omaneftir vøllinum í Gundadali, og føroysku genturnar høvdu ilt við at flyta spælið niðan á ta sveisisku hálvuna. Hetta hevði við sær, at allur seinni hálvleikur var eitt langt álop á tað føroyska málið.

Tá ið eini fimm minuttir vórðu leiktir, var aftur boð eftir føroysku verjuni. Ein av sveisisku framherjunum gjørdist fríur og setti bóltin í netið úr spískum.

Fjórða málið í dystinum var kanska tað besta, men føroyska verjan má eisini taka ein part av ábyrgdini. Ein sveisiskur verjuleikari fekk fatur á bóltinum á miðjum vølli og gjørdi ikki mætari enn at reka einsamøll oman í tann føroyska brotsteigin, har hon við einum fløtum skoti setti bóltin í málið aftanfyri føroyska málverjan.

Í teimum seinastu minuttunum av dystinum dømdi dómarin brotsspark til Sveis, eftir at ein av føroysku leikarunum hevði nýtt hondina til hjálpar inni í brotsteiginum, og hetta varð sektað við brotssparki, sum liðskiparin hjá Sveis tók, og hon sveik ikki álitið, men setti bóltin í netið til endaligu støðuna 5-0.

Skal nakar av føroysku leikarunum rósast, so er tað Annelisa Justesen úr KÍ, sum stríddist væl í føroysku verjuni.

Tær sveisisku genturnar vóru nógv naskari og frekari enn føroyingarnir í teirra spæli. Føroysku genturnar gjørdu nærum einki fríspark í øllum dystinum, og tað er avgjørt neyðugt, um eitt betri úrslit skal fáast næstu ferð.

Í hinum dystinum í gjár vann Ukreina 2-1 á Skotlandi. Næstu dystirnir verða mikudagin á ovara vølli í Gundadali. Føroyar skal spæla ímóti Skotlandi kl. 17, og kl. 15 møtast Ukreina og Sveis.


Sveis - Føroyar 5-0 (2-0)

30.: 1-0 Kathrin Meier

40.: 2-0 Sylvia Huegli

49.: 3-0 Kathrin Meier

62.: 4-0 Chiara Delmenico

90.: 5-0 Sonja Loeffel


Føroyska liðið: Anna Kristian Joensen - Maria Johnsson, Poula Gregersen, Elsebeth Hansen, Annelisa Justesen, Fríða Petersen, Elin Højsted (60. Maibritt Olsen), Súsanna Hansen (75. Asta Magnussen), Una Olsen, Heidi Jacobsen, Laila Jespersen (55. Rósmari Haralsen).


Ukreina - Skotland 2-1 (0-0)

60.: 0-1 Karen Penglase

65.: 1-1 Vira Dyatel

75.: 2-1 Yuliya Doktorova