Tryggur sigur til Jóan Símun og liðfelagarnar

OB vann 3-0 á Esbjerg. Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan

Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan, og hann spældi allan dystin uttan næsaverju, tá OB í dysti í donsku superliguni tók ímóti Esbjerg fyrr í kvøld.

 

OB vann greiðan 3-0 sigur. Støðan í steðginum var 0-0. Jóan Símun Edmundsson hevði ein góðan stútara ímóti málinum hjá Esbjerg, sum fór dygst framvið stongini. Í seinni hálvleiki átti Jóan Símun sín lut í málinum til 2-0, tá hann hevði góða roynd ímóti málinum hjá Esbjerg, sum málverjin bjargaði. Rasmus Festersen var skjótur á returinum, og fekk beint bóltin í málið. Sami Rasmus Festersen hevði stutt frammanundan lagt OB á odda 1-0. Ímóti dystarenda staðfesti Anders K. Jacobsen sigurin, tá hann skoraði til 3-0.

 

Komandi dysturin hjá OB verður á heimavølli, týskvøldið 18. apríl, tá fjónbúgvarnir taka ímóti felagnum hjá Brandi H. Olsen, Randers FC.

 

Støðan í niðurflytingarbólki 1, har liðini hava tikið stigini við sær úr grundspælinum:

 

1 Randers FC211028 - 3237
2 OB211029 - 3232
3 AC Horsens201129 - 4730
4 Esbjerg fB201128 - 5125