Tryggur sigur til Hull

-

 

Hull City við Julian Johnsson á vøllinum í samfullar 90 minuttir vann ein tryggan 3-0 sigur, tá Oxford vitjaði á Bothferry Park leygardagin.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki, og sum skilst var ongantíð nakar ivi um, at Hull var tað væl betra liðið.

Julian Johnsson var partur av triðja málinum hjá Hull, sum kom eftir eitt langt álop, har verjuleikari fyrst bjargaði á strikuni, og har bæði Julian og ein liðfelagi hansara raktu tvørtræið, áðrenn toppskjúttin hjá liðnum, Graham Alexander, loksins fekk beint bóltin í málið.

Við sigrinum heldur Hull fast um sessin millum play-off plássini. Bert eitt stig er upp til silvurplássið, sum hevur beinleiðis uppflytan við sær.