Tryggur sigur til gøtumenn

Fótbóltur: Hvalbingar fingu einki stig við sær suður aftur, eftir at teir høvdu verið á vitjan hjá gøtumonnum í Serpigerði

Hóast hvalbingar høvdu bóltin nógv í dystinum móti gøtumonnum leygardagin, so vann heimaliðið GÍ ein sannførandi 3-0 sigur.

Royn hevði nógv álop, men tað var trupult hjá teimum at fáa nakað burtur úr teimum, og tær fáu ferðirnar, ið veruligur vandi var á ferð hjá gøtumonnum, var Rúni Joensen ein tryggur aftasti skansi í málinum.

Heimaliðið, GÍ, lá hinvegin og lúrdi upp á skjót mótálop, og tað vóru eisini nøkur av hesum, sum góvu úrslit. Tá ið nakað væl av tíð var farin av fyrra hálvleiki, fór Heini Heinason hjá GÍ strúkandi fram eftir í høgra borði, og tá ið hann nærkaðist brotsteiginum, langaði hann til, bólturin fór í stólpan og so beint út til Petur Sjúrðaberg, sum setti bóltin í netið til 1-0 til GÍ.

Løtu seinni var tað Hjalti Dalheim, sum sendi ein bólt inn um verjuna hjá Royn, og har var Heini Heinason fyrstur á honum, og hann smekkaði til fyrstu ferð, og so var 2-0 til GÍ, sum eisini var hálvleiksstøðan.


Bert eitt mál

í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki kom bert tað eina málið, og tað var eisini heimaliðið, sum fekk tað. Enn einaferð voru tað teir tríggir Petur Sjúrðaberg, Heini Heinason og Hjalti Dalheim, sum stóðu fyri málinum. Heini og Petur spældu sínamillum, og tað endaði við at Petur spældi Hjalta púra frían, og hann hevði lætt við at økja til 3-0, og so var dysturin avgjørdur.

Um hvalbingar høvdu verið eitt sindur meiri nærlagdir framman fyri málinum, so hevði úrslitið møguliga verið eitt annað, men GÍ-arnir vóru meiri avgjørdir, tá ið teir høvdu sínar møguleikar, og tað var millum annað hetta, sum gjørdi, at úrslitið bleiv 3-0 til GÍ.