Tryggur sigur til FC Suðuroy

1. deild menn: John Poulsen skoraði tvær ferðir innan ein minutt, tá ið FC Suðuroy vann 4-0 í Runavík. Tað var eingin ivi, tá ið oddaliðið FC Suðuroy seinnapartin vitjaði við Løkin í Runavík.

Úrslitið millum FC Suðuroy og teir næstbestu hjá NSÍ var 4-0 til suðuroyingarnar, sum vóru frammanfyri 2-0 eftir 1. hálvleik.

John Poulsen hevur seinastu tíðina verið málsøkin, og hann legði bragdliga fyri. Hann skoraði til 1-0 í 11. minutti, og í 12. minutti skoraði hann aftur.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki var møguleiki fyri, at spenningur skuldi koma í aftur, men NSÍ og serliga miðverjin Hugues Namni stórkiksaði. Eftir ein tíma misnýtti hann brotsspark, og tíggju minuttir seinni varð hann rikin av vølli eftir beinleiðis reytt kort.

Tølini siga, at David Asare er sera málsøkin. Dysturin í dag var tann áttandi hjá honum fyri FC Suðuroy, og tá ið hann tíggju minuttir fyri leiklok umsetti brotsspark til 3-0, var tað tíggjunda ferðin, at hann var skrásettur sum málskjútti. Í síðsta minutti staðfesti innskifti Teitur Tausen trivaliga 4-0 sigurin.