Tryggur sigur til B71

Sandoyingar endaðu fyrru hálvu við einum trivaligum 5-0 sigri á B36 heima á Sandi

B71 vann ein tryggan 5-0 sigur á B36, tá ið liðini hittust á Sandi leygardagin. Hálvleiksstøðan var 2-0 til heimaliðið.

Eingin ivi
Tað var Jónsvein Thomsen, ið legði heimaliðið á odda 1-0, tá ið okkurt um ein hálvur tími var leiktur av dystinum. Stutt fyri hálvleik økti veteranurin Eli Hentze til 2-0 eftir gott uppspæl úr vinstru síðu.
Eingin ivi var um, hvat var betra liðið, og serliga eftir steðgin var B71 einaráðandi. Hanus Clementsen økti til 3-0 við einum góðum langskoti, og Eirikur Poulsen gjørdi tað til 4-0, tá ið hann fangaði ein leysan bólt inni í brotsteiginum hjá B36. Síðsta málið í dystinum gjørdi brasiliumaðurin, Clayton Soares, tá ið hann sendi eitt beinleiðis fríspark í málið til 5-0, sum sostatt gjørdist endaliga úrslitið av dystinum heima á Sandi. Nú farið verður í summarfrí, liggur B71 nummar trý í næstbestu deildini, meðan árstalsfelagið úr Havn liggur nummar áttta.