Tryggur sigur í Klaksvík

Uppgávan hjá SÍ var ov møtumikil, tá teir sunnudagin vitjaðu í Klaksvík, har FM-favorittarnir tóku ímóti

Flogbóltur


Mjølnir ? SÍ 3-0

25-18, 25-11, 25-8


Sunnudagin var SÍ á vitjan í Klaksvík og ikki kann sigast, at sigurin til Mjølnir nakrantíð var í vanda.

SÍ kláraði seg væl seinasta vikuskifti ímóti Fleyr, tá teir vunnu eitt sett, men sunnudagin var annaðleiðis.

Mjølnir, sum longu hevur leikt seg í steypafinaluna, vann fyrsta settið 25-18, og í hesum settinum kláraðu sørvingarnir nøkulunda at luttaka á jøvnum føti í leikinum, men síðani broyttist støðan, og tað sást, at teir manglaðu álopsleikaran Jón Nielsen.


Niðurtúr

Annað settið vann Mjølnir 25-11 og triða settið endaði við stórsigðri til Mjølnir, sum vann 25-7. Tað tóktist sum um SÍ hevði mist vónina at vinna, og tí endaði heilt galið í 2. og 3. setti.

Men SÍ kann manna eitt sterkari lið, um allir leikararnir eru klárir, tí um Jón Nielsen og Annfinn Joensen eisini vera við á liðnum, so er álopsparturin í øllum førur á einum hægri støði, enn hann var í Klaksvík, tí hetta eru royndir leikarar, sum kunnu geva øllum verjum trupulleikar. Leikandi venjarin Sune Hansen fær tá eina betri blanding av royndum og ungum leikarum. Tí SÍ hevur góðar og evnaríkarleikarar, sum bert skulu hava sína royndir á hægri støði.


Trygvi og John í kapping


Á Mjølnirliðnum var eisini ein onnur kapping sunnudagin og hesa vann Trygvi H. Poulsen, sum kláraði at serva 14 servir á rað í triðja setti, meðan John Syderbø bert kláraði 13 servir í øðrum setti.

Annars var besti leikari á vøllinum enn einaferð jugoslavin Borko, sum er leikandi venjari hjá Mjølnir.