Tryggur Mjølnir-sigur

Spenningurin var ongantíð nakar serligur, tá Mjølnir aftur skræddu seg leysar í oddinum í bestu kvinnudeildini. Mikukvøldið høvdu klaksvíks-kvinnurnar vitjan av KÍF, og fimtu ferð av fimm møguligum fingu tær fult fyri ómakin.
Við settúrslitunum 25-17, 25-15 og 25-18 gjørdist talan um ein tryggan sigur til oddaliðið, sum soleiðis enn einaferð tykist stevna beint móti gullinum. Eisini hóast tað framvegis resta nógvir dystir at spæla.