Eftir at tær seinastu vikurnar hava tapt móti bæði VÍF og VB, skuldu Kyndils-kvinnurnar í dag prógva, at tær framvegis skulu teljast við í oddastríðnum.
Og tað gjørdu tær sannførandi, tá StÍF kom á vitjan. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn tað veruliga skrædnaði millum liðini, og eftir at hava vunnið sær trygga leiðslu undan steðginum, ráddi bara um at halda tørn eftir steðgin. Ein setningur, sum Kyndil eisini loysti uttan stórvegis trupulleikar.
Besti málskjútti hjá Kyndil var Bára K. Hansen, sum skeyt 6 mál. Rebekka Justinussen skoraði 5 av málunum hjá StÍF.
Kyndil-StÍF 25-18 (16-10)