NSÍ hevur í kvøld havt vitjan av ÍF. Talan var um síðsta dystin í 17. umfari í Vodafonedeildini.
Tað gekk, sum tað gjørdi í teimum fýra dystunum, sum vórðu spældir ígjár. Favorittarnir vunnu trivaligan sigur, og tað vórðu skorað nógv mál.
NSÍ vann 4-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-1.
Síðstu fimm minuttirnar var heimaliðið undirmannað, tí miðvallarin Jan Ingi Petersen sá reytt, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gula kortið.
Heimaliðið var greitt omaná, og málmunurin vísir væl, hvussu leikbýtið var.
Fuglfirðingar hava ofta víst gott fótbóltsspæl. Soleiðis var tað ikki í kvøld. Álopsspælið hekk ikki væl saman, og í verjupartinum høvdu teir ógvuliga ilt við at ansa fótfimu og hugflogsríku heimamonnunum.
NSÍ-ÍF 4-1 (3-1)
1-0: Jan Ingi Petersen 19.
1-1: Balack Sinko 27.
2-1: Óli Hansen 29.
3-1: Einar Hansen 43.
4-1: Klæmint A. Olsen 53.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Meinhard Joensen - Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Bogi Løkin, Jústinus R. Hansen, Jan Ingi Petersen, Jan Martin Mortensen (Bergur Djurhuus, 81.) - Klæmint A. Olsen (Sjúrður Jacobsen, 80.) , Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Jan Ingi Petersen, Jan Martin Mortensen, Óli Hansen
Reytt kort: Jan Ingi Petersen (2 gul) 89.
ÍF: Andras Gango - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Fritleif í Lambanum - Nenad Saric, Alexander Jovevic (Rógvi Jacobsen, 58.), Balack Sinko (Frank Poulsen, 65.), Poul Ennigarð, Andy Olsen (Jan Ellingsgaard, 78.) - Øssur Dalbúð
Gult kort: Høgni Zachariasen, Poul Ennigarð, Andy Olsen
Støðan
HB 38
B68 31
Víkingur 30
NSÍ 30
EB/Streymur 25
B36 17
ÍF 16
AB 16
KÍ 14
07 Vestur 8
EB/Streymur hevur spælt 15 dystir, B68, Víkingur, B36 og AB hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.
Útsettur dystur
Mikukvøldið 5. august
B68-Víkingur
EB/Streymur-AB
18. umfar
Hósdagin 6. august
KÍ-HB
Leygardagin 8. august
AB-NSÍ
B36-Víkingur
ÍF-EB/Streymur
07 Vestur-B68
-------------
Frásøgnin undir dystinum í kvøld:
1-0: Eftir uppspæl í høgru, Christian Høgni Jacobsen átti næstsíðsta fótin á, og Jan Ingi Petersen setti bóltin upp í nettakið.
1-1: Balack Sinko streyk ígjøgnum í vinstru og setti bóltin í málið.
2-1: Óli Hansen stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir frísparksinnlegg úr vinstru.
3-1: Einar Hansen sendi bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram.
Hálvleikur!
Teir eru farnir undir 2. hálvleik í frálíka góðum fótbóltslíkindum. Ongar broytingar eru á liðunum. Rógvi Jacobsen hitar upp. Merkisvert er tað, at Karoly Potemkin ikki er í NSÍ álopinum, har Klæmint A. Olsen er makkari hjá Christian Høgna Jacobsen.
4-1: Klæmint A. Olsen setti bóltin í málið eftir stórt verjumistak. ÍF miðverjan drálaði ógvuliga nógv, og ungi álopsspælarin tók bóltin av teimum og skoraði.
NSÍ er leikliga greitt omaná.
70.
Støðan er framvegis 4-1. ÍF hevur sett Frank Poulsen og Rógva Jacobsen á vøllin.
85.
Alt bendir á, at heimaliðið fer at vinna tryggan sigur. Støðan er 4-1.
Liðugt!