Tryggur heimasigur á Kambsdali

Eftir dystirnar hetta vikuskiftið, sær tað út til at kappingin fer at standa ímillum ÍF og Mjølnir

Flogbóltur

Toppdysturin hetta vikuskiftið, í meistaradeildini hjá monnum var leygardagin á Kambsdali millum ÍF og SÍ. Undan dystinum lógu liðini á ávíkavist fyrsta og triðja plássi í deildini.

Týðandi sigur
Fyri ÍF var tað tydningarmikið at vinna, tí mennirnir úr Mjølni eru beint í hølunum á teimum, og hjá sørvingum var kravið ein sigur, um teir ikki skulu missa oddaliðini úr eygsjón.
Dysturin var til tíðir javnur og spennandi, serliga fyrsta og annað sett vóru jøvn. Fyrsta settið vunnu fuglfirðingar 25-20. Tað var eitt sindur javnari í øðrum settið, men aftur her vóru tað fuglfirðingar, ið vóru drúgvastur og vunnu settið 25-23. Triðja settið var ein avgreiðsluspurningur fyri fuglfirðingar, tað vunnu teir sannførandi 25-14.
Hjá sørvingum kom ósigurin sera illa við, tí teir eru nú fýra stig aftanfyri ÍF, og sum tað sær út í løtuni verður tað sera torført at taka ÍF aftur. Fyri ÍF harafturímóti er tað bert ein spurningur um hvør klárar at fylgja við teimum. Fyribils er tað bara Mjølnir, sum hevur vunnið á ÍF.

Mjølnir ivaleysir
Hin dysturin í meistaradeildini hjá monnum var millum Fram og Mjølnir. Mjølnir vóru undan dystinum stór favorittar og tað megnaðu teir eisini at liva upp til. Kaksvíksingar vunnu sera sannførandi 3-0. Settúrslitini vóru 25-13 25-15 og 25-17.
Støðan í meistaradeildini hjá monnum eftir dystirnar leygardagin er, at ÍF er á odda við 12 stigum og Mjølnir er nummar tvey við 10 stigum, tó hevur ÍF leikt ein dyst meira enn Mjølnir, meðan SÍ er á triðja plássi við 8 stigum. Tað verður ímillum hesi trý liðini at kappingin skal standa. Hini bæði liðini í meistaradeildini Fram og Fleyr, eru ikki góð nokk til at blanda seg í toppin.