Tryggur HB sigur á grannunum

B36 er botnlið, meðan HB longu hevur tryggjað sær rættin til at halda fram í næstbestu deildini í 2008.

At tað norðara felagið í Gundadali eigur betri 1. deildarlið sást væl í grannauppgerðini í dag.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Høgni Hansen HB á odda. Eitt korter eftir steðgin økti evnaríki unglingaspælarin Torkil Kollsker um munin, og eitt korter seinni var Høgni Hansen aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 3-0 HB sigurin.