Tryggur hann situr í sæti

Í 40 ár hevur Hanus A. Samuelsen undirvíst á Føroya Studentaskúla, og hann heldur fram´.

Hoydalar: Trúgvur hevur hann verið í tænastuni, Hanus A. Samuelsen í Hoyvík. Í samfull 40 ár hevur hann undirvíst á Føroya Studentaskúla.

Hanus A. Samuelsen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960 og hevur síðan undirvíst á Føroya Studentaskúla. Fyrstu tvey árini á VBV á Skansavegnum og síðan í Hoydølum, bæði á Sanatoriinum og síðan 1965 á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, har hann framvegis undirvísir.

Hanus A. Samuelsen er giftur við Helenu Samuelsen, og eru tey bæði kend frá millum øðrum arbeiði teirra í felagnum Javna, har Helena nógv av sjeytiárunum var formaður.

Eisini á øðrum økjum enn innan skúlagátt hevur Hanus A. Samuelsen verið virkin. Hann hevur millum annað verið deknur. Bæði í Húsavíkar Kirkju, haðani hann er ættaður, og í Havnar Kirkju. Umframt hevur hann, saman við millum øðrum konuni Helenu, skrivað fleiri bøkur.

Tað munnu vera túsundtals næmingum, Hanus A. Samuelsen nú í næstan ein mansaldur hevur undirvíst í føroyskum máli og mentan.

Tá skúlaárið byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, varð Hanus heiðraður á samkomu á Studentaskúlanum í Hoydølum.

Tíðindablaðið Sosialurin fer at prenta samrøðu við Hanus A Samuelsen í seinni blaði.