Vinmenninir og málverjarnir í Gundadali vistu ikki av loyndidóminum hjá hvørjum øðrum, tá teir ein dag í Budapest valdu at fortelja hvørjum øðrum stóru tíðindini.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Eg havi nakað stórt at fortelja tær, sigur Tórður Thomsen við Teit M. Gestsson.
Eftir at hava hugsað seg um í langa tíð, so er Tórður Thomsen klárur at fortelja landsliðsliðfelagnum stóru tíðindini.
- Í somu løtu eg skal siga tað, so brestur úr Teiti ”Eg skal vera pápi”, fortelur Tórður Thomsen í samrøðu í Vikuskiftis Sosialin, sum er komin á gøturnar.
Les eisini hví onkur heldur, at sonurin hjá Teiti skal eita Mike og hvussu leikluturin sum pápi hevur broytt málverjarnar í Vikuskiftis Sosialinum.









