Tryggleikin avgerandi

Sóley Mikkelsen helt eftir dystin, at tað hevði verið teimum ein stór hjálp, at tær høvdu roynt at gjørt sum minst burturúr, at talan var um steypafinalu

Hondbóltstos

Sum nevnt aðrastaðni, so var ein av stóru leikarunum í dystinum liðskiparin hjá VÍF, Sóley Mikkelsen.
Tá vit tosaðu við hana undan dystinum legði hon dent á, at tær royndu at gera hetta til ein so vanligan dyst sum gjørligt, og eftir dystin tóktist hon eisini sannførd um, at tað var ein av orsøkunum til finalusigurin.
- Sæð burtur frá finalunum, sum eg havi vunnið við VÍF, so havi eg bert eina aðra ferð verið í finaluni. Tað var við StÍF, og tá varð heilt nógv gjørt burturúr. Vit ótu á hotelli og gjørdu ting, sum vit ikki vóru vanar við, og tá verður tað ov nógv av tí góða eftir mínum tykki.
- Hesa ferð var einasti munurin tann, at vit ferðaðuast til dystin saman, men annars var alt sum vant, og tað gevur eitt slag av tryggleika, heldur hon.

Mistu takið
Um sjálvan dystin helt Sóley annars, at hann í høvuðsheitum gekk soleiðis, sum tær høvdu ætlað.
- Tað var bara handan løtan í seinna hálvleiki, at vit veruliga mistu takið. Eisini hóast vit høvdu tosað um hetta í hálvleikinum. Tað var í øllum førum ikki soleiðis, at vit hildu okkum hava vunnið dystin. Vit søgdu við hvørja aðra, at alt framvegis var opið, og at vit í høvdinum skuldu byrja seinna hálvleik við støðuni 0-0, men tað riggaði bara ikki.
- Tíbetur fremja tær tó nøkur mistøk, so vit aftur fáa yvirtakið, og at enda var nokk eingin ivi um, at vit skuldu vinna, segði ein fegin steypavinnari eftir dystin.