Suðuroyingar eru nú tryggjaðir við streymi.
Tað staðfestu tey í Sev seinnapartin í gjár, tá ið nýggjur motorur í verkinum í Vági, alment varð settur til. Við hesum nýggja motorinum er framleiðsluorkan á verkinum í Vági økt 50 prosent, upp í 13,6 megawatt.
Annars hevur motorurin longu gingið í ein mánað fyri at vita um hann roynist sum hann skal - og tað hava ikki verið nakrir trupulleikar, siga tey í Sev.
Tað var ætlanin hjá Varðanum Pelagic, sum skundaði undir útbyggingina í Vági, tí virkið brúkar líka nógvar streym sum øll Suðuroy tilsamans.
- Sostatt tvífaldaðist orkunýtslan í Suðuroy í einum høggi og tí var neyðugt at fáa eina varandi loysn fyri Suðuroynna beinanvegin, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.
Vágsverkið er bygt til framtíðina, legði hann afturat.
Tað hevur kostað Sev 100 milliónir krónur at byggja Vágsverkið út við hesum nýggja motorinum. Umframt motorin, sum vigar 48 tons, er verkið bygt út við øðrum bygningum, og tangagarðurin er vorðin størri.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at ætlanin er annars at byggja vindorkuna út í Suðuroy, men verkið í Vági verður framvegis ein týðandi partur av elkervinum, sum ein trygdarskipan, sum kann taka við framleiðsluni, tá ið tað knípur við vindorkuni.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum í Vági í Gjár, tá ið motorurin varð settur til.