Eins og føroyingar eru grønlendingar væl nøgdir við fiskiveiðisáttmálan landanna millum fyri 2008, sum partarnir samdust um í Keymannahavn seinasta fríggjadag. Sáttmálin gevur grønlendskum skipumm loyvi at fiska 4.000 tons av norðhavssild og 350 tons av botnfiski í føroyskum sjógvi. Grønlendsku samráðingarmenninir siga, at sáttmálin við Føroyar hevur stóran týdning og er við til at tryggja ein fjølbroyttan fiskiflota.










