Føroyar hava fyri løtu síðani vunnið 28-23 á Georgia og tryggjað sær fremsta plássið
Føroyar kom sum væntað tíðliga á odda, men fekk ongantíð heilt slept Georgia.
Dysturin kundi sigast at vera millum báðar toppskjúttarnar í kappingini, Nikoloz Kalandze hjá Georgia og Elias Ellefsen á Skipagøtu hjá Føroyum
Vinstri bakkurin hjá Georgia skoraði eftir vild í longum løtum og høgdi bóltarnar í málið heilt frá 12 metrum
Men føroyski spælskiparin voldaði Georgia eins nógvar trupulleikar við málum og fríspælingum, so tað kom ongantið reiðiliga upp á tal at Georgia skuldi hótta føroyska sigurin.
Sum heild ein dystur við lægri intensiteti á føroyska liðnum, í mun til teir tríggjar undanfarnu dystirnar. Hóast føroyski hópurin ikki tóktist heilt nøgdur við dystin, so gjørdu føroysku dreingirnir tað neyðuga og høvdu eisini tamarhald á dystinum. Tað var lítil ivi um at føroyingarnir fóru at vinna og tryggjað sær fremsta plássið í bólki C og so varð eisini.
Føroyar hava nú ein ókeypis dyst ímóti Ísrael klokkan 15.30. Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1