Betri trygging víðkar nú innbúgvstryggingina til eisini at fevna um samleikan hjá fólki.
– Tað merkir, at tú og familjan kunnu fáa hjálp, um tit koma út fyri samleikastuldri. Samleikatryggingin er sjálvvirkandi partur av tíni Innbúgvstrygging – uttan eyka kostnað, sigur Betri Trygging í tíðindaskrivi.
Við Samleikatryggingini ber til at fáa hjálp, um samleikin hjá tær verður misnýttur til eitt nú at søkja lán, stovna telefonhald ella bíleggja vørur uttan títt samtykki. Eisini kunnu vit hjálpa tær, um onnur nýta tín samleika á netinum, eitt nú á sosialu miðlunum.
Samleikatrygging fevnir um:
• Fyribyrging av stuldri
• Uppdaging av stuldri
• Avmarking av stuldri
• Netrudding
– Vit ynskja at kundar okkara skulu kenna seg tryggar í dagsins samfelag. Samleikastuldur er tíbetur ikki nógv útbreiddur í Føroyum, men hevur vundið uppá seg seinnu árini, og tí hava vit valt at bjóða okkara kundum hesa trygging, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.
Samleikatryggingin hjá Betri Trygging verður veitt í samstarvi við Affinion International.