Í gjár tann undirskrivaðu mentamálaráðharrarnir í Útnorðri eitt protokollat, har tey framleingja samstarvsavalu frá 2003 um mentanarsamstarv í Úrnorðri Endamálið við samstarvsavtaluni er at styrkja tey mentanarligu bondini og menna mentanarliga samstarvið millum tey trý londini í Útnorðri. Protokollatið til avtaluna fevnir eisini um trý neyvari ásett átaksøki, ið arbeitt fer at verða við tey næstu trý árini. Økini fevna um útbúgving, sum stimbrar burðardygga menning, samstarv kring listahandverk og sniðgávu og skipan av serstøkum háskúlaskeiðum fyri ung í Úrnorði. Harumframt eggjar avtalan til stamstarv á øðrum økjum innan útbúgving, mentan og gransking.
Ráðharrarnir gera við avtaluni vart við tann sera stóra týdning, sum samstarv innan útbúgving, mentan og gransking hevur fyri tjóðirnar í Útnorði. Torgerður Katrin Gunnarsdóttir, Tommy Marø og Jógvan á Lakjuni eru samd um, at samstarvið í Útnorði á hesum økjum eigur at styrkjast og mennast. Hetta er ein av mongum týðandi fortreytum fyri, at styrkja støðu Útnorðurs í norðurlendskum so væl sum í altjóða høpi.