Jakob Holm, valevni Sambandsfloksins
Jakob Holm, valevni Sambandsfloksins
Nú tá fullveldisskútan hevur kollsiglt og er farin til botns, einaferð með alla, siga vit farvæl til eitt fullveldisævintýr, sum hevur nærum koyrt Føroyska samfelagið á heysin.
Vit muga bróta upp um ermar, enn einaferð, og síggja veruleikan og sannleikan í eyguni.
Uppruddingararbeiðið verdur tungt og krevjandi, men vit hava tikið tøk áður, og eru enn einaferð til reiðar.
Vit í Sambandsflokkinum eru klár við eini heildarætlan, sum hevur nýskipan við sær.
Vit vilja arbeiða fyri at endurnýggja heimastýrisskipanina, varðveita rættarskipanina, og framhaldandi hava somu ríkisborgararættindi. Vit vilja virka fyri, at heilsuverkið og skúlarnir skulu fáa munandi betri sømdir enn tey hava í dag.
Vit mugu heldur ikki gloyma tey gomlu í samfelagnum, (pensionistarnar), sum hava lagt lunnar undir vælferðarsamfelagið, sum fullveldissamgongan í dag nærum hevur forkomið.
Sambandsflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at tryggja rættindini og vælferðina hjá pensionistunum.
Vit vilja arbeiða fyri betri búskaparviðurskiftum, og betri sosiallóggávu, so vit koma at hava somu sømdir og rættindir sum borgararnir í hinum Norðurlondunum. Hetta vil eisini hava eitt betri og sunnari umhvørvi við sær.
Um tú vilt vera við til at tryggja framtíð tína, so kanst tú gera hetta við at seta X við lista B.
Gott val !










